Landið fær allan ágóðan av skerdum rentustuðuli

Landið fær allan ágóðan av skerdum rentustuðuli
Sambært lógaruppskotinum, sum Fíggjarmálaráðið hevur sent til hoyringar, fara kommunurnar framvegis at skulu bera 15,5 prosent av rentustuðlinum. Men luturin hjá landskassanum minkar so hvørt sum rentustuðulin minkar.
 
24.09.2013 - 09:33

Í ár eigur landskassin 20,5 prosent av tí, sum rentustuðilin kostar. Næsta ár verður landskassans partur 19 prosent, men í 2018, tá rentustuðulin er komin niður í 30 prosent og hámarkið, sum gevur rentustuðul, er komið niður í 100.000 kr., skal landið rinda 14,5 prosent av stuðlinum.

Tað árið fer parturin hjá landinum niður um partin hjá kommununum.

Einki verður sagt um hendan munin millum land og kommunur í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

Sambært yvirliti hjá Fíggjarmálaráðnum fer landskassin at spara 16 milliónir krónur í 2018, verður lógarbroytingin samtykt í løgtinginum. Kommunurnar spara bara 700.000 kr.  

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672