Eldradagur í Havn

Eldradagur í Havn
 
04.10.2013 - 09:31

Altjóða eldradagur verður hildin í Havn í dag.

Byrjað verður kl 10 í morgun í Gongugøtuni í Havn, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, setur dagin.

Skráin fyri dagin er rúgvismikil.

Trygvi F. Guttesen, verkfrøðingur og eykalimur í eldraráðnum, fer at hugleiða um triðja aldurin.

Heini Olsen, verkfrøðingur, fer at greiða frá um Brúnna um Streymin, sum hann sjálvur var við til at byggja.

Og Karin Kjølbro fer at hugleiða um evnið: Ung eygu og minni.

Tónleikaframførslur verða eisini á skránni: Beinta Háberg Jacobsen fer at spæla klaver, harmonikutónleikur verður og Maria í Ullvøruhúsinum fer at syngja.

Bønarhald og tónleikur verður í Dómkirkjuni, og felagssangur í Posthúskjallaranum.

Tað er eldraráðið í Tórshavnar Kommunu sum skipar fyri degnum.

Endamálið hjá ráðnum er at ráðgeva býráðnum í viðurskiftum, sum hava ávirkan á eldru borgararnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542