Øll rætt til fulla arbeiðstíð

Øll rætt til fulla arbeiðstíð
Tað heldur Javnaðarflokkurin, sum vil hava løgtingið at biðja landsstýrið síggja til, at tey sum vilja, sleppa at arbeiða fulla tíð
 
04.10.2013 - 10:36

Øll hava rætt til at arbeiða fulla tíð. Tað heldur Javnaðarflokkurin.

Flokkurin vil hava løgtingið at biðja landsstýrið síggja til, at øll, sum arbeiða hjá landi ella kommunum, fáa bæði rætt og møguleika til at arbeiða fulla tíð.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sigur, at í summar vóru 20 størv leys at søkja hjá Tórshavnar kommunu. Bara eitt teirra var fulltíðarstarv.

Sama er á Landssjúkrahúsinum. Har eru bara nøkur fá leys størv fulltíðarstørv. Flestu størvini, sum skulu mannast, eru niðursetta tíð.

Fólkateljingin í 2011 avdúkaði, at onnur hvør kvinna, 54 prosent, arbeiddi minni enn 35 tímar um vikuna.

Hjá monnunum var talið millum 10 og 15 prosent.

Men 1300 kvinnur og 400 menn, tilsamans 1700 løntakarar, vildu tá, í november 2011, arbeiða fleiri tímar enn tey høvdu.

Javnaðarflokkurin mælir millum annað til, at aðalráðini kanna, hvussu nógv heiltíðarstørv afturat kunnu útvegast á teirra øki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542