Libyski forsætisráðharrin rændur

Libyski forsætisráðharrin rændur
Hildið verður, at fyrrverandi uppreistrarmenn hava burturflutt Ali Zeidan, forsætisráðharra, men støðan er ógreið
Ali Zeidan hevur verið forsætisráðharri í Libya síðani í fjør
 
10.10.2013 - 07:59

Tað er framvegis ógreitt, hvat hevur hent libyska forsætisráðharranum, Ali Zeidan. Fleiri fjølmiðlar skriva, at forsætisráðharrin er rændur í morgun.

Varaforsetin í Libya hevur í skundi kallað hinar ráðharrarnar í stjórnini á fund í morgun at viðgera støðuna. Hildið verður, at tað eru fyrrverandi uppreistrarmenn í landinum, sum hava burturflutt forsætisráðharran. Men enn tykist rættiliga ógreitt, tað sum hevur hent.

Rændur á einum hotelli

Ein talskvinna hjá forsætisráðharranum váttar, at forsætisráðharrin er rændur Og á eini almennari heimasíðu hjá libysku stjórnini stendur, at ein bólkur, av ókendum orsøkum, hevur hevur tikið Ali Zeidan til eitt ókent stað. Hendingin skal, sum skilst á CNN, vera farin fram í høvuðsstaðnum Tripoli - á einum gistingarhúsi sum eitur Corinthian Hotel.

Eitt starvsfólk á gistingarhúsinum sigur við CNN, at ongi skot vórðu loyst av, at vápnaðu menninir bóru seg virðiliga at og fylgdu forsætisráðharranum út til eitt bilafylgi, sum bíðaði uttanfyri. Hann sigur, at tað líktist mest eini handtøku og ikki eini burturflyting. Libya hevur verið merkt av harðskapi og lógloysi síðan 2011, tá landsins leiðarin, Moamar Gadaffi, varð koyrdur frá og seinni dripin.

Forsætisráðharri í fjør

Ali Zeidan gjørdist forsætisráðharri á heysti 2012. Hann hevur í áratíggju stríðst móti stjórnini hjá Gadaffi. Hann var sendimaður hjá Gadaffi, men vendi stýrinum bakið í 80-unum, tá hann var sendimaður í India. Eftir tað livdi hann útvið 30 ár í útlegd.

Seinastu tvey árini hevur stjórnin í Libya stríðst móti ymiskum hernaðardeildum, sum hava tikið valdið í pørtum av landinum. Serliga í eystara partinum av landinum krevja tey sjálvstýri, og hava forðað oljuframleiðsluni, sum er týdningarmikil fyri landið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598