Fyrireika íløguætlan fyri næstu 12 árini

bannari
Fyrireika íløguætlan fyri næstu 12 árini
Tilfar verður nú savnað í ymsu aðalráðunum, sum skal verða grundarlagið undir politisku viðgerðini fyri íløguætlanini hetta til 2024

15.02.2012 - 14:43

Tá løgtingið í vár fer at viðgera játtanarkarmarnar fyri næsta ár, verður tað saman við eini íløguætlan, sum skal ganga til 2024. Og tað verður samstundis fyrstu ferð, at løgtingið fer at hava eina slíka viðgerð.

Av íløgum, sum verða gjørdar næstu árini, er ikki minst Skúladepilin í Marknagili, sum fer at kosta millum 400 og 500 miljónir kr. tilsamans. Haraftrat er ætlanin at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík fyri góðar 36 miljónir kr., og at nútímansgera Klaksvíkar Sjúkrahús. Og nýggjur Tjóðpallur er eisini umrøddur.

Seinastu árini hava eisini stórar íløgur á samferðsluøkinumverið á skránni.

Ikki minst hevur verið umrøtt at gera tunnil millum Skálafjørðin og Havnina, og at gera tunnil um Skopunarfjørð.

Undanfarna samgonga gjørdi av, at tað almenna skuldi gera tunnilin millum Skálafjørðin og Havnina, men Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur boðað frá, at hann er sinnaður at venda aftur til upprunaligu ætlanina, sum er at lata eitt privat felag gera Skálafjarðartunnilin.

Umframt størru tunnilsætlaninar millum oyggjarnar, eru eisini umrøddar tunnilsætlanir norð um Fjall á Borðoynni, tunnil til Viðareiðis, og nýggjur tunnil millum Hvalba og Trongisvág.

Tunlarnir, sum skulu gerast ígjøgnum fjøll, skal tað almenna fíggja, og í 2006 gjørdi Landsverk eitt uppskot um, hvussu farast skuldi fram til 2020.

Eftir tí uppskotinum skuldi Hovstunnilin gerast fyrst. Nýggjur tunnil skuldi gerast norð um Fjall á Borðoynni, og síðani skuldi boriútgerðin flytast til Suðuroyar, har sjøtul skuldi setast á arbeiðið at gera nýggjan tunnil millum Hvalba og Trongisvág.

Hvussu íløgurnar skulu raðfestast nú, er ikki greitt, tí politiska viðgerðin er ikki byrjað.

Fíggjarmálaráðið er í ferð við at savna tilfar úr ymsu aðalráðunum. Ráðini skulu greina, hvørji arbeiði eru byrjað, og hvussu farast skal fram á teirra øki tey næstu árini.

Fíggjarmálaráðið hevur fingið nógv tilfar frá hinum ráðunum, og í næstu viku verður tilfarið greitt, so politiska viðgerðin av íløguætlanini kann byrja.

Viðgerðin av játtanarkarmunum skal vera liðug, so teir kunnu leggjast fyri løgtingið 1. apríl.

Ein partur av íløguætlanini til 2004 fevnir eisini um fýra nýggjar ferjur, sum skulu sigla millum oyggjarnar. Tær verða mettar at kosta tilsamans 150 milliónir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV