Løgmaður gjørt nýtt uppskot um Skálafjarðartunnilin

bannari
Løgmaður gjørt nýtt uppskot um Skálafjarðartunnilin
- Eg ætli mær at vita, hvussu verulig vælvildin er, ella um tað bara snýr seg um paradu-uppskot, sigur Kaj Leo Holm Johannesen
Løgmaður hevur eitt ítøkiligt uppskot um Skálafjarðartunnil við sær á samgongufund seinnapartin
 
02.09.2013 - 12:49

Løgmaður ætlar sær nú at kanna, hvussu stór vælvildin er í samgonguni at byggja ein Skálafjarðartunnil. Tað er endamálið við samgongufundinum, sum hann hevur boðað til klokkan hálvgum tvey í Tinganesi.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann hevur eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu samgongan kann fara víðari í tunnilsmálinum, og tað uppskotið fer hann at leggja fyri samgongulimirnar. Hvat stendur í uppskotinum, vil hann ikki avdúka enn.

Hann ætlar sær eisini at kanna, hvussu heilhjartaðir samgongulimir eru fyri at byggja Skálafjarðartunnilin.

Nógvar útmeldingar

- Útmeldingarnar í samgonguni eru, at nógv taka undir við at byggja Skálafjarðartunnilin. Eg ætli mær at vita, hvussu verulig hendan vælvildin er, ella um tað bara snýr seg um paradu-uppskot, sigur løgmaður.

Undir øllum umstøðum skulu kortini blandast av nýggjum á samgongufundinum í dag.

 

Spurningurin er so, um kortini í sjálvum landsstýrinum skulu blandast umaftur - um rumblið um sáttmálan við Copenhagen Infrastructure Partners og lógaruppskotið um Skálafjarðartunnilin skuluhava avleiðingar fyri Kára P. Højgaard, landsstýrismann. Avleiðingar á tann hátt, at hann verður loystur úr starvi.

Biðið um frágreiðing

Løgmaður bað í vikuni um eina frágreiðing frá landsstýrismanninum, eftir at Kringvarpið í síðstu viku avdúkaði nøkur skjøl, har embætisfólk í Innlendismálaráðnum settu stórt spurnartekn við fleiri viðurskifti í lógaruppskotinum um tunnilin.

Innlendismálaráðið svaraði sama dag, men løgmaður bað um eina meira gjølliga frágreiðing. Hendan er ikki komin enn.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann tekur onga avgerð viðvíkjandi landsstýrismanninum fyrr enn hann hevur lisið ta frágreiðingina. Kári P Højgaard, landsstýrismaður, segði við Kringvarpið fyri løtu síðani, at frágreiðingin er á veg. Løgmaður fær hana væntandi í morgin, sigur hann.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262