Løgtingið avgreiðir tvær eykajáttanir

Løgtingið avgreiðir tvær eykajáttanir
Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal kanna ílegurnar hjá 1200 seyðum, og røktarheimið í Vágum skal umvælast
 
26.09.2013 - 10:12

Løgtingið ætlar at avgreiða tvær eykajáttanir, sum hava skund, í dag.

Løgtingið fer at viðgera umsóknina frá landsstýrinum um 879.000 kr. í eykajáttan til Heilsufrøðiligu starvsstovu, so hon longu nú í heyst kann kanna ílegurnar hjá 1200 seyðum í átta høgum í Norðstreymi fyri at vita, um seyðurin hevur ridluskriða.

Endamálið við verkætlanini er at royna við kynbótararbeiði at ala okkum frá ridluskriða í Føroyum.

Løgtingið er eisini biðið um at játta hálva aðru millión krónur til umvælingar á ellis- og røktarheiminum í Vágum.

Hetta eru umvælingar, sum hava skund, og tí ber illa til at bíða eftir heimildarlógini, verklagslógini, um høvuðsumvæling og heldur ikki eftir semju millum kommunurnar og Almannamálaráðið um umvælingina.

Ellis- og røktarheimið í Vágum eigur fýra milliónir krónur í fíggjarlógini fyri 2013 til umvælingar. Tingfundur er klokkan 11.00.

Og klokkan eitt hevur Fíggjarnevndin fund. Tá er ætlanin at skriva álit um eykajáttanirnar.

Sum skilst er ætlanin at biðja um frávik frá tíðarfreistunum, so bæði onnur og triðja viðgerð vera í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541