Orða arbeiðssetning hjá kanningarstjóra

Orða arbeiðssetning hjá kanningarstjóra
Síðani skal løgtingsformaðurin finna ein egnaðan kanningarstjóra
 
30.10.2013 - 08:16

Fyrrapartin fer Landsstýrismálanevndin at orða arbeiðssetningin hjá kanningarstjóranum, sum skal kanna lutin hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í málinum um Eysturoyartunnilin.

Landsstýrismálanevndin biður síðani løgtingsformannin finna kanningarstjóran, sum skal vera ein óheftur løgfrøðingur.

Landsstýrismálanevndin avgjørdi sjálv at kanna Kára P. Højgaard, og Høgni Hoydal, løgtingsmaður, sendi nevndini kæru um løgmann.

Harafturat hevur nevndin fingið kæru frá einum borgara, sum kærir um, at innlit ikki fæst í málið um Eysturoyartunnilin.

Spurningurin, sum Landsstýrismálanevndin nú skal taka støðu til, er um ikki hendan kæran skal til Løgtingsins umboðsmann.

Men Løgtingsins umboðsmaður hevur boðað frá, at har verða kærur um vantandi innlit í sáttmálan um Eysturoyartunnilin ikki viðgjørdar fyrr enn løgtingið er liðugt at viðgera tunnilsmálið.

Løgtingsins Umboðsmaður hevur fingið fýra kærur um avgerðirnar hjá Innlendismálaráðnum og Løgmansskrivstovuni um at nokta at lata innlit í málið um sáttmálan, sum er gjørdur við Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin.

Øll tunnilsuppskotini eru framvegis í Rættarnevndini og Fíggjarnevndini.

Og har verður einki gjørt við tey, fyrr enn landsstýrið kemur við einari loysn á málinum um undirsjóvartunnil millum Eysturoynna og Streymoynna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542