600 fólk kannað fyri diabetes og roykjaralungu

600 fólk kannað fyri diabetes og roykjaralungu
Fólkaheilsuráðið fer í næstum at kanna fólk í Vágum. Hildið verður, at túsund føroyingar hava diabetes uttan at vita av tí
 
04.11.2013 - 11:01

Fólkaheilsuráðið hevur nú kannað meira enn 600 fólk fyri KOL og typu2 diabetes. Nú verður farið í Vágar, og til ber at lata seg kanna á læknamiðstøðini í Miðvági. Átakið verður gjørt, tí mett verður, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes uttan at vita tað. Hetta verður staðfest í diabetes-kanning, sum endaði í mai mánaði í ár.

Talið veksur

Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri at finna hesi fólkini, sum ikki vita av, at tey eru á vandaleið. Talið fer ivaleyst at vaksa tey komandi árini, samstundis sum støðugt fleiri og eisini yngri fólk fara at fáa sjúkuna.

Hetta slagið av diabetes er nær tengt at lívshátti, sigur Fólkaheilsuráðið. Týdningarmiklastu vandatættirnir eru ov lítil rørsla, skeivur kostur og at viga ov nógvt. Ættarbregði hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri at fáa sjúkuna. Typu2 diabetikarar eru í vanda fyri at fáa ymiskar fylgisjúkur.

Roykjaralungu

Fólkaheilsuráðið hevur eisini sett sær fyri at finna teir roykjarar, sum hava KOL (kronisk obstruktiv lungnasjúka), ella “roykjaralungu”, sum tað eisini verður nevnt. Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana.

Royking er atvoldin til 85-90 av øllum tilburðum av KOL. Vandin fyri at fáa KOL er tengdur at teimum sokallaðu pakkaárunum. Eitt pakkaár er 20 sigarettir dagliga í eitt ár. Umframt royking kann arbeiðsumhvørvi eisini í ein ávísan mun hava við sær KOL.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533