Eldur í Godafossi

Eldur í Godafossi
Eldur er í skorskteininum á íslendska farmaskipinum Godafossi, sum liggur vestanfyri Mykines
 
11.11.2013 - 09:07

Klokkan 0425 í morgun fekk MRCC Tórshavn boð um at eldur var í íslendska farmaskipinum Godafossi, sum var inni í føroyskum sjóøki ávegis til Íslands.

Eldur er í skorsteininum og roynt verður at sløkkja. 

Godafoss er staddur einar 75 fjórðingar vestan fyri Mykines.  

Eitt annað íslendskt farmaskip Arnafell er nærhendis og væntast at vera á staðnum um ein tíma. Íslendski bjargingarflúgvarin er farin úr Íslandi, Brimil og Tjaldrið eru bæði á veg, og roknað verður við, at Brimil verður á staðnum einaferð eftir klokkan 13 og Tjaldrið nakað seinni. 

Føroyska tyrlan er klár at fara, og tvær íslendskar tyrlur standa klárar í Hornafirði.

Veðurvánirnar á staðnum eru ikki nakað serligar. Útsynningur 15-20 m/s við ælingi og aldan væntast at fara upp í 6 metrar. Manningin á Godafoss er 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985