Andstøðan fær 51 prosent og samgongan 47 prosent

Andstøðan fær 51 prosent og samgongan 47 prosent
Ein triðingur veit ikki, hvat hann skal velja. Av hesum eru 38 prosent kvinnur og 25 prosent menn
 
26.11.2013 - 19:00

Hevði løgtingsval verið nú, høvdu teir tríggir andstøðuflokkarnir, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn, fingið 51 prosent av atkvøðunum, og samgonguflokkarnir høvdu fingið 47 prosent. Sjalvstýrisflokkurin, sum fór úr samgonguni í summar, hevði fingið tvey prosent.

Tað vísir veljarakanningin, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Á løgtingsvalinum í 2011 fingu flokkarnir, sum nú eru í samgongu, og Sjálvstýrisflokkurin tilsamans 58 prosent, og andstøðuflokkarnir fingu 42 prosent.

Triðingurin veit ikki

Tað, sum vekir ans í kanningini, er, at ein triðingur av teimum spurdu, veit ikki, hvar tey skuldu sett krossin, hevði val verið nú. Av teimum eru 38,2 prosent kvinnur og 25,3 prosent menn. Størsti bólkurin, sum ikki veit, hvat hann skal velja, eru tey, sum eru yngri enn 19 ár. 33,1 prosent eru í aldursbólkinum 19-29 ár, og triði størsti bólkurin eru tey, sum eru 50-59 ár.

Sambandsflokkurin var størsti flokkur á løgtingsvalinum í 2011 við 24,7 prosentum, men síðani hevur gingið aftur á hondina í øllum kanningum. Nýggjasta kanningin vísir, at Sambandsflokkurin hevði fingið 20,7 prosent.

Hjá Tjóðveldi hevur gongdin verið beint øvut. Tjóðveldi fekk 18,3 prosent av atkvøðunum á løgtingsvalinum, men síðani hevur gingið støðugt framá, og nýggjasta veljarakanningin gevur Tjóðveldi 26,7 prosent av atkvøðunum.

Sí talvurnar (kanningina hevur Lóður gjørt)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860