Løgmaður: Eg fór út um mark

Løgmaður: Eg fór út um mark
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann segði meiri enn gott er, tá hann metti um politisku sannføringina hjá tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum
 
26.11.2013 - 15:04

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ásannar, at hann fyrrapartin fór út um mark í samrøðu við Kringvarpið, tá hann gjørdi viðmerkingar til nýggjastu veljarakanningina. Í samrøðuni metti løgmaður um politisku sannføringina hjá tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum, Liljuni Weihe.

- Eg bleiv nakað heitur í samrøðuni, og segði meira enn gott er. Seinastu mánaðirnar havi eg stútt og støðugt staðið fyri skotum í fjølmiðlunum. Tað hevur verið eitt stórt trýst á mínum herðum. Fjølmiðlarnir hava ein stóran leiklut í okkara fólkaræði, og tí skal eg sum landsins leiðari tola atfinningar uttan mun til, um tær eru rættar ella ikki, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi fyri løtuni síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688