Føroyar fáa formansskapin fiskivinnusamstarvi

Føroyar fáa formansskapin fiskivinnusamstarvi
Á fundi í farnu viku í Lysekil í Svøríki varð avgjørt, at Føroyar átaka sær formansskapin í Norðurlendska fiskivinnusamstarvinum í 2015
Føroyar ganga á odda fyri tí, sum skal fara fram á norðurlendska fiskivinnuøkinum í 2015
 
03.12.2013 - 14:53

Norðurlendska fiskivinnusamstarvið hevði fund í Lysekil í Svøríki í farnu viku, har fleiri týðandi avgerðir vórðu tiknar.

Ísland fær formansskapin í Norðurlendska samstarvinum í 2014, og legði á fundinum fram sínar ætlanir um, hvat ætlanin er at seta skjøtul á í 2014.

Lívfeingisbúskapur (bioøkonomi) er høvuðsyvirskriftin, sum komandi 3 árini, skal seta burðardygga gagnnýtslu av lívfrøðiligum tilfeingi á breddan. Tað skrivar heimasíðan hjá fiskimálaráðnum. Ítøkiligu verkætlanirnar eru tó enn í gerð.

 

Føroyskur formansskapur

Undir danska formansskapinum í 2015 hava Føroyar átikið sær formansskapin í fiskivinnusamstarvinum. Hetta merkir, at Føroyar ganga á odda fyri tí, sum skal fara fram á norðurlendska fiskivinnuøkinum í 2015.

Fundirnir viðgjørdu eina røð av verkætlanum og øðrum tiltøkum, sum eru í gongd og sum væntast at byrja nakað skjótt. Har ímillum vóru tríggjar verkætlanir, sum Føroyar eru leiðarar av fyri tilsamans 1,2 milliónir. Fleiri aðrar verkætlanir hava føroyskan áhuga.

Nevnast kann, at Føroyar standa á odda fyri einari verkætlan, sum skal kanna tilfeingisrentu í alivinnuni og einari um at brúka “spælteori” til at finna møguligar loysnir í ósemjum, sum hava samband við uppsjóvarfiskasløgini.

 

Føroyskar verkætlanir

Føroyar standa eisini fyri einari verkætlan um laksalús. Føroyar eru somuleiðis við í einari verkætlan, sum - í sambandi við eina altjóða UNCLOS ráðstevnu í Bergen í 2014 - skal hava eina sessión um ósemjurnar um uppsjóvarfiskin í Norðuratlantshavi. Ein onnur verkætlan snýr seg millum annað um útróðrarvinnuna í Norðurlondum.

Úrslitini av kanningunum verða løgd fram í sambandi við ICEFISH stevnuna í Íslandi seinast í september 2014.

Fleiri onnur uppskot vóru viðgjørd, og semja var um at møtast aftur í januar at taka endaliga støðu til hesi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809