Føroysk gransking í vísindaligum tíðarriti

Føroysk gransking í vísindaligum tíðarriti
Gransking snýr seg um post-traumatiska strongd, og greinin lýsir møguligar psykologiskar vandafaktorar
Granskingin byggir á m.a. spurnarbløð, sum 1.283 ung úr Føroyum, Danmark og Íslandi hava svarað
 
05.12.2013 - 14:30

Høvundarnir eru Tóra Petersen, psykologur á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum og ph.d lesandi við Syddansk Universitet í Odense, og Ask Elklit, professari og leiðari fyri Videnscenter for Psykotraumatologi við Syddansk Universitet í Odense, lýsa í greinini møguligar psykologiskar vandafaktorar, sum kunnu setast í samband við posttraumatiska strongd.

Posttraumatisk strongd – ella PTSD - varð í 1980 staðfest sum psykiatrisk sjúka, ið kann raka fólk, eftir at tey hava verið fyri álvarsligari ella traumatiskari hending.

Til tess at fyribyrgja PTSD og betra um viðgerðina, verður alsamt meira granskað innan viðurskifti, sum hava ávirkan á, um menniskju fáa PTSD, eftir at tey hava verið fyri álvarsligum hendingum. 

 

Nýggj gransking

Gransking innan hetta evnið av børnum og ungum er lutfalsliga nýggj og lítil í vavi, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðu síni.

Hinvegin hevur gransking av vaksnum víst, at psykologisk tilknýtismynstur hava ávirkan á, hvussu fólk koma seg eftir traumatiskar hendingar. 

Sambært rithøvundunum, er henda kanning millum tær fyrstu í heiminum, sum kannar PTSD og psykologisk tilknýtismynstur sæð út frá einum tvørmentanarligum sjónarhorni.

- Psykologiskt tilknýti sipar til tann viðfødda tørvin, vit menniskju hava at knýta bond við onnur. Út frá teim upplivingum og royndum vit hava sum børn, menna vit eitt tilknýtismynstur, eitt sokallað innara arbeiðsmodel, sum m.a. ávirkar, og um vit leita okkum hjálp, vegleiðing, stuðul og tryggleika frá øðrum í okkara roynd at meistra avbjóðingum, sorg ella traumatiskum hendingum, sigur Tóra Petersen, psykologur, við heimasíðuna lsh.fo.

 

Ung svarað spurnarblaði

Kanningin byggir á spurnarbløð, sum 1.283 ung úr Føroyum, Danmark og Íslandi hava svarað. Miðalaldurin var gott 14 ár.

Og púra óvæntað, vístu úrslitini, at munur var á, hvussu býtið var í tilknýtismynstrum í teimum trimum londunum.

Meira enn helmingurin av teim føroysku ungu vóru tilvitað um, at tey høvdu eitt trygt tilknýti, meðan tað øvugta var galdandi í Danmark og í Íslandi, har størsti parturin hevði eitt víkjandi tilknýti.

 

Granska í tilknýtismynstri

Hóast lítið av gransking enn finst innan økið, verður hildið, at trygt tilknýti er tað, sum eyðkennir størsta partin av okkum, og at trygt tilknýti minkar um vandan fyri at menna PTSD eftir álvarsligar hendingar.

Tó vístu úrslitini frá hesi kanning, at eisini her vóru munir millum londini.

Størsti parturin av teim føroysku ungu við PTSD høvdu trygt tilknýti, tann størsti parturin av teim donsku ungu, sum høvdu uppfylt krøvini fyri PTSD, høvdu víkjandi tilknýti, meðan tey íslendsku ungu við PTSD vóru nøkulunda javnt býtt millum tey fýra tilknýtismynstrini.

 

Niðurstøður

Ein av niðurstøðunum í hesi grein er, at meira eigur at verða granskað innan tilknýtismynstur og hvørja ávirkan tey hava.

Harafturat benda úrslitini á nøkur týdningarmikil viðurskifti: at ein psykologiskur faktorur, sum verður mettur at vera ein verjandi faktorur í einum landi, kann vísa seg ikki at hava tey somu verjandi árinini í einum øðrum landi.

Tí er týdningarmikið, at mannagongdir og viðmæli í mun til fyribyrging og viðgerð eisini taka støði í tvørmentanarligari gransking og royndum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777