Nýtt slag av HIV-virus

Nýtt slag av HIV-virus
Nýggi varianturin ger, at fólk, ið verða smittað við HIV, gerast skjótari sjúk
Tað finnast yvir 60 sløg av HIV-1 virusinum í heimin í dag
 
05.12.2013 - 09:12

 

Eitt meira ágangandi slag av HIV-virusini, sum elvir til sjúkuna AIDS, er funnin av granskarum í Svøríki.

Hetta skrivar NRK á heimasíðuni. Tað eru granskarar á lærda háskúlanum í Lund, sum hava gjørt kanningar í lítla afrikanska landinum Guinea-Bisseau, sum hava funnið fram til nýggja HIV-slagið.

 

Brýtur skjótari út

Nýggja HIV-slagið er ein blanding av tveimum av mest vanligu HIV-virusunum, 02AG og A3. Talan er um ein sonevndan rekombintant, ið ger, at AIDS brýtur skjótari út hjá fólki, sum verða smittað.

- Rekombinanturin tykist vera meira seiglívaður og ágangndi, enn tey bæði HIV-sløgini, hann er sprettur burturúr, sigur Angelica Palm, doktari við lærda háskúlan í Lund. Tað eru 30 ár síðan at HIV varð uppdagað.

Fyrstu árini var læknavísundin maktarleys í bardaganum móti virussini, sum elvir til AIDS, men í dag er viðgerð so mikið góð, at AIDS-sjúklingar kunnu liva leingi við sjúkuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659