Grønland: Faðirleys skulu hava endurgjald

Grønland: Faðirleys skulu hava endurgjald
Fólkatingið viðger málið hesa vikuna. Síðani í 1938 hava donsk børn havt krav um at kenna pápan
Sara olsvig er forkvinna í grønlandsnevndini í fólkatinginum
 
16.12.2013 - 08:05

Faðirleys grønlendsk børn vilja hava endurgjald fra danska statinum. Tað stendur í eini lóg, sum fólkatingið skuldi viðgera hesa vikuna. Tað eru serliga, amerikanarar, danir og føroyingar, sum í 50unum og 60unum lótu fleiri túsund børn eftir seg í Grønlandi.

Grønlendsku børnini vilja nú hava at vita, hvør pápin er, og tað skal uppskotið, sum er lagt fyri fólkatingið, geva teimum loyvi til.

Men eftir ynski úr Grønlandi, er viðgerðin av uppskotinum útsett, tí grønlendsku polittikararnir vilja eisini hava í uppskotið, at børnini, sum ongan arv hava fingið, tí pápin er deyður, skulu fáa endurgjald.

Krav síðani 1938

Síðani í 1938 hava donsk børn havt krav um at kenna pápan. Tann rættin fingu grønlendsk børn ikki fyrr enn í 1963, og í norður- og eysturgrønlandi ikki fyrr enn í 1974.

- Vit halda, at staturin eigur at rinda teimum løgfrøðiliga  faðirleysu endurgjald, tí tey ikki arva pápan. Eg havi ikki sett nakra upphædd á, men tað hevur týdning, at eitt ávíst endurgjald verður latið teimum, sum ikki arva, sigur Sara Olsvig, fólkatingslimur,og forkvinna í grønlandsnevndini hjá fólkatinginum.

Staturin skal rinda

Tida Ravn, sum er talskvinna hjá teimum sonevndu løgfrøðiliga faðirleysu sigur, at staturin eigur at rinda endurgjaldið.

- Vit vilja ikki at standa við einum endurgjaldskravi, mótvegis teimum familjum, har pápin eigur barn ella børn í Grønlandi, og sum kanska taka væl ímóti okkum, tá vit gera vart við okkum. Tað fer bara at hava størri trupulleikar við sær. Tí er neyðugt, at staturin rindar eitt endurgjald til fólk sum vilja tað, tí staturin hevur ikki hildið sína skyldu mótvegis hesum fólkum, sigur hon.

Einki tal finst um faðirleys í Gønlandi, men 5.000 børn hava verið nevnd, skrivar Kristiligt Dagblad.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585