Angela Merkel samveldiskanslari fyri triðju ferð

Angela Merkel samveldiskanslari fyri triðju ferð
CDU/CSU og javnaðarflokkurin, SPD, hava skipað nýggja stjórn í Týsklandi
 
17.12.2013 - 14:26

Angelu Merkel fer nú undir sítt triðja valskeið sum samveldiskanslari í Týsklandi.

Fyrrapartin valdi samveldistingið við stórum meiriluta hana aftur til samveldiskanslara. Merkel  fekk 462 av teimum 631 atkvøðunum í samveldistinginum. Seinni tók forsetin, Joachim Gauck, hana í eið sum samveldiskanslara.

Breið samgongustjórn

Tá valið var av, fór hon á fund í nýggju stjórnini, har tríggir flokkar eru við, hennara egni flokkur, CDU, systurflokkurin, CSU og javnaðarflokkurin, SPD. Flokkurin hjá Angelu Merkel, CDU, vann valið til samveldistingið í september, men hann fekk ikki nóg stóra undirtøku til at skipa stjórn einsamallur.

Í oktober fór hon undir samráðingar við týska javnaðarflokkin, SPD um eina breiða stjórn, og nú er komið á mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481