Enoksen úr Siumut

Enoksen úr Siumut
Í Grønlandi hevur fyrrverandi landsstýrisformaðurin, Hans Enoksen, tikið seg úr flokkinum Siumut
 
03.01.2014 - 17:11

Sermitsiaq skrivar, at Enoksen hevur serliga funnist harðliga at fiskivinnupolitikkinum hjá flokkinum. Hann harmast um, at Siumut hevur tikið kvotur frá teimum, sum hava stóran tørv á teimum.

Røddir í Siumut hava somuleiðis funnist at, at maðurin hjá Alequ Hammond, Tom Ostermann, fekk starvið sum persónligur ráðgevi hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum Karl Lyberth í gjár. Fleiri hava sagt, at tað er nepotisma, og KNR skrivar, at tað er ein av meginørskunum til, at Enoksen er farin úr flokkinum.

Enoksen atkvøddi somuleiðis ímóti síni samgongu, tá lógin um nul-toleransu var sett úr gildi í oktober í fjør. Lógin ásetti, at tað er bannað at útvinna og útflyta geislavirkin steinsløg, sum eru í grønlendsku undirgrundini. Hann var einasti samgongulimur, sum atkvøddi ímóti uppskotinum tá.

Og nú vil Enoksen so ikki vera við longur.

Karl Lyberth, sum er næstformaður í Siumut, sigur við Sermitsiaq, at fráboðanin hjá Enoksen at taka seg úr flokkinum, kemur púra óvart á seg.

Hans Enoksen var landsstýrisformaður í Grønlandi í árunum frá 2002 til 2009. Hesi árini var hann eisini formaður í Siumut.

Enoksen umhugsar nú sína politisku støðu, um hann skal fara upp í annan flokk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424