Rættarnevndin viðger avlurtingarpakkan

Rættarnevndin viðger avlurtingarpakkan
Stovnar, advokatar og landsstýrismenn eru biðin um at koma á fund í rættarnevndini mikudagin
 
06.01.2014 - 08:41

Mikudagin verður fundur í rættarnevndini, har avlurtingarpakkin stendur á skrá.

Í tí sambandi hevur nevndin millum annað biðið Amnesty, Føroya deild, Dátueftirlitið og advokatarnar, Turið Debes Hentze og Jógvan Elias Winther Poulsen, um at koma á gátt at siga sína hugsan um lógaruppskotið.

Avrit av yvirgangspakka

Stóri avlurtingarpakkin, sum yvirhøvur avrit av danska yvirgangspakkanum, er gjørdur av danska løgmálaráðnum, og løgmaður hevur langt hann fyri tingið. Atfinningar vóru alt fyri eitt um, at lógaruppskotið ikki var upplýst, áðrenn tað varð lagt fyri tinglimir at taka støðu til. Eingi hoyringarskriv vóru løgd við, og tá tey loksins komu, vóru tey ikki serliga upplýsandi.

Danska løgmálaráðið hevur biðið fleiri danskar stovnar siga sína hugsan um ætlaðu avlurtingarmøguleikarnar í Føroyum, men teir flestu hava als onga viðmerking uttan tað, at teirra virkisøki ikki fevnir um Føroyar. 

Eingin viðmerking

Og Dátueftirlitið í Føroyum hevði heldur ikki nakra viðmerking við tilvísing til, at teirra arbeiðsøki fevnir um persónsdatalógina og ikki rættargangslógina. Men nú er Dátueftirlitið so kortini biðið um at koma á fund við rættarnevndina mikudagin at siga sína hugsan um ætlaðu avlurtingina.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, skal eisini møta í rættarnevndini, tí hann hevur ábyrgdina av fjarskiftislógini, sum skal broytast, so hon samsvarar við avlurtingarpakkan. Tað er fjarskiftislógin, ið skal áleggja telefyritøkunum at hava tøkni og manning til ta avlurting, sum løgreglan við avlurtingarpakkanum fer at kunna krevja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497