Faðirleys í Grønlandi fáa ikki endurgjald

Faðirleys í Grønlandi fáa ikki endurgjald
Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, sigur, at málið er endaliga avgreitt, hóast grønlendska landstingið krevur endurgjald
 
09.01.2014 - 08:57

Tey faðirleysu í Grønlandi fáa ikki endurgjald frá statinum.

Tað gjørdi Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri greitt á fundi við grønlendsku landsstýrisforkvinnuna, Alequ Hammond, í gjár.

Tað er niðurstøðan av fundinum, hóast eitt samt landsting í Grønlandi heitir á donsku stjórnina um endurgjaldið. Málið hevur verið frammi eina tíð, eftir at tað kom fram, at danir, amerikanarar, føroyingar og eisini grønlendingar lótu fleiri túsund børn eftir seg í Grønlandi, sum ikki kendu pápan.

Lóg frá 1938

Í 1938 kom lóg í gildi í Danmark, sum tryggjaði donskum børnum, at tey skuldu hava rætt til at kenna pápan.Tað sama var ikki galdandi í Grønlandi, tí har kom lógin ikki í gildi fyrr enn í 1963, og fyri tey, sum búgva í norður og Eysturgrønlandi, ikki fyrr enn í 1974.

Fólkatingið hevur fyri kortum samtykt eina lóg, sum sigur, at tey løgfrøðiliga faðirleysu í Grønlandi skulu hava rætt til at kenna pápan. Men er pápin deyður, og  búgvið eftir hann gjørt upp, so hava tey krav at arva.Tað er ikki rímiligt, sigur grønlendska landstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond. 

- Hvør einstakur hevur ikki skyldina av tí, sum hendi. Tað er lógin, sum er orsøkin til, at grønlendingar hava so vánalig rættindi sammett viðl aðrar borgarar í ríkinum, sigur hon.

Staturin rindar einki

Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, sigur at staturin  ikki ætlar at rinda nakað til faðirleysu børnini.

- Vit hava samtykt eina lóg, sum tryggjar, at um pápin er á lívi, so ber til at finna fram til, hvør hann er, og so gerast arvingur. Men er pápin deyður, og búgvið gjørt upp, so ber ikki til at taka málið uppaftur, sigur forsætisráðharrin.

- Samtykta lógin er ein góður endi á málinum um faðirleysu grønlendingarnar fyri okkara viðkomandi, og málið er endaliga avgreitt, sigur Helle Thorning-Schmidt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687