Serskúlatilboðið fingið góða móttøku

Serskúlatilboðið fingið góða móttøku
Nógvir næmingar eru komnir víðari í útbúgvingarskipanini, eftir at hava verið við í verkætlanini í Venjingarskúlanum
Fleiri næmingar hava lítið og einki gingið í skúla, tá ið teir byrja í serflokkinum
 
20.01.2014 - 10:27

Ein royndarverkætlan við tveimum serflokkum hevur verið í Venjingarskúlanum seinastu fimm árini. Skúlablaðið skrivar, at verkætlanin hevur roynst sera væl, millum annað tí nógvir næmingar eru komnir víðari í útbúgvingarskipanini eftir at hava verið við í verkætlanini.

Tað er Sernám, sum umvegis Mentamálaráðið, hevur tikið stig til og hevur havt ábyrgdina av sertilboðnum.

Emmy S. Joensen, stjóri á Sernámi, sigur, at námsfrøðiliga innihaldið, tilgongdin og skipanin av skúladegnum er alt tillagað til hvønn einstaka næming, og tað er ein orsøk til, at royndarverkætlanin er so væl eydnað og hevur so góð úrslit.

Tryggir karmar hava stóran týdning

Skúladagurin er fastlagdur eftir einum ávísum námsfrøðiligum leisti, sum næmingarnir eru tryggir við og kenna. Flestu teirra hava eina diagnosu, men tað er ikki diagnosan, sum er í miðdeplinum.

Tað er umráðandi at tryggja næminginum ein skúladag, har hann kennir seg tryggan og fær avbjóðingar, so hann tilognar sær fakligar, persónligar og sosialar førleikar, sum viðvirka til, at hann fótar sær í skúlanum og kemur at trúgva upp á seg sjálvan, sigur Emmy Joensen við Skúlablaðið.

Burturvístir úr skúlanum

Allir næmingarnar, sum ganga í serflokkunum, hava havt tað sera trupult í vanligu floksundirvísingini og teir eru, av ymiskum orsøkum, ekskluderaðir úr vanliga skúlanum. Fleiri hava lítið og einki gingið í skúla, tá ið teir byrjaðu í serflokkunum. 

Emmy Joensen sigur, at nógv hava vent sær til Sernám, tí tey ynskja at sleppa at ganga í flokkinum. Og hon heldur tí, at tøvrur er á líkandi tilboðum kring alt landið.

Í ár eru 19 dreingir og 1 genta í serflokkinum, og teir eru býttir sundur í ein yngra og ein eldra flokk. Starvsfólkini eru 7 í tali, 5 lærarar, 1 læraravikarur og 1 námsfrøðingur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592