Ukraina kanska sett í undantaksstøðu

Ukraina kanska sett í undantaksstøðu
Løgmálaráðharrin í Ukraina, Olena Lukasj, hóttir við at lýsa undantaksstøðu í landinum, um mótmælisfólk ikki taka seg aftur úr løgmálaráðnum í Kiev
Ógvusligi ófriðurin í Ukraina fær nú løgmálaráðharran, Olena Lukasj, at umhugsa at seta landið í undantaksstøðu
Mynd: BBC  
 
27.01.2014 - 16:30

Eini 150 mótmælisfólk tóku seg inn í løgmálaráðið sunnukvøldið, og tey ætla ikki at gera eftir boðunum frá løgmálaráðnum.

Mótmælisfólkini siga, at undantaksstøða longu er galdandi í Ukraina, og tískil hava tey einki at tapa í ófriðnum sum byrjaði fyri jól í 2013.

Seinastu vikuna hava ógvusligir samanbrestir verið í Kiev millum uppreistrarfólk og løgregluna. Fimm fólk hava latið lív og fleiri hundrað eru særd.

Lógaruppskot elvdi til ófrið

Ófriðurin í Kiev byrjaði av álvara, tá stjórnin herfyri samtykti eina lóg, ið skal forða fyri at loyvi verður at skipa fyri mótmælisgongum í Ukraina.

Síðani lógin varð samtykt, hava ógvusligir samanbrestir verið millum uppreistrarfólk og løgregluna í landinum.

Ófriðurin í Ukraina seinastu tveir mánaðirnar er tann ógvusligasti síðani Ukraina fekk fullveldi frá Ruslandi í 1991.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400