Stýrimaður rændi flogfar

Stýrimaður rændi flogfar
Tað var stýrimaðurin, sum tíðliga í morgun rændi eitt etopiskt flogfar, og noyddi tað at seta seg í Geneve
Mynd: bbc.com  
 
17.02.2014 - 09:40

Tá flogskiparin fór á WC, tók stýrimaðurin ræðið á flogfarinum og setti tað í floghavnini í Geneve. Hann flýddi í reipi gjøgnum eitt vindeyga, helst tí hann ætlaði at bija um politiskt friðskjól í Sveis.

Sambært løgregluni var stýrimaðurin óvápnaður, og eingin fekk skaða. AP tíðindastovan skrivar, at flogrænarin er føddur í 1986. 193 fólk vóru í flogfarinum, teirra millum 140 italiumenn. 

Flogfarið var á veg úr Adddis Ababa í Etiopia til Rom í Italia, tá tað varð rænt. 

Floghavnin í Sveis varð stongd eftir flogránið, men hevur nú latið uppaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572