Bøtur og fongsul fyri skunkplantur og hampfræ

Bøtur og fongsul fyri skunkplantur og hampfræ
Átta fólk hava fingið dóm í Føroya rætti í dag
 
28.02.2014 - 14:51

Linasti dómurin var 4.500 kr. í bót fyri tríggjar plantur, svarandi til  52,4 gramm av hampi, og harðasti dómurin var treytaleys fongsulsrevsing í átta mánaðir fyri 2,6 kilo.

Átta fólk eru í dag dømd í Føroya rætti í mongu málunum um skunkplantur og hampfræ. Ein kvinna er frídømd fyri at verið við í tí eina málinum.

Dómarnir er ymiskir eftir, hvussu nógv pott ella hash, sum planturnar høvdu kunnað givið. 

Harðasti dómurin er átta mánaðar fongsulsrevsing, hinir eru fýra mánaðir, 50 dagar, 40 dagar, 30 dagar og 20 dagar. 

Øll eru tó ikki dømd fyri alt, sum tey vórðu ákærd fyri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723