Mattias Kapnas er bestur

Mattias Kapnas er bestur
Stóra finalan í talentkappingini Stella Polaris hevur verið í Norðurlandahúsinum í kvøld
Tey bestu í Stella Polaris-kappingini 2014. Frá vinstru: Alvi Joensen, nr. 2, Heiðrun Petersen, nr. 3 og Mattias Kapnas, sum vann kappingina
Mynd: Kringvarp Føroya  
 
01.03.2014 - 23:03

Dómararnir høvdu nógv at tosa um og teir tóku sær eisini neyðugu tíðina, áðrenn úrslitið av talentkappingini varð kunngjørt í stóru konserthøllini í Norðurlandahúsinum.

 

Tá tey so komu á pallin, var eingin ivi. 22 ára gamli Mattias Kapnas, sum spælir klaver, hevði vunnið Stella Polaris-kappingina 2014. Nummar tvey varð Alvi Joensen, ið spælir klassiskan guitar, og nummar trý varð Heiðrun Petersen, ið spælir violin.

 

-Mattias var avgjørt rætti vinnarin. Hann er nakað serligt og hann hevur serliga góðan teknikk. Eisini hevur hann ment seg óvanliga nógv seinastu tvey árini, sigur Sunleif Rasmussen tónaskald, sum var millum áhoyrararnar í kvøld.

 

Trý fingu fjórða pláss. Tey vóru Marta Torkilsdóttir Johannesen, Birita Poulsen og Ernst Remmel.

 

Alda Sigurdsdóttir Lamhauge og Aksel Remmel í felag vunnu kappingina fyri tónleikararnar undir 18 ár og Vár Iversen Lindenskov var nummar eitt hjá teimum undir 12 ár.

 

Stella Polaris er nýggj talentkapping, ið skal vera eitt vakstrarrúm hjá ungum, klassiskum tónleikarum undir 24 ár. Ætlanin er, at kappingin skal vera eitt afturvendandi tiltak, men enn er ikki greitt um tað verður á hvørjum ári.

 

Tilsamans 27 ungfólk vóru við í kappingini, og innleiðandi umfarið var í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Fríggjadag 4. september
Beinleiðis úr Studio 5: Tóra Trónd
212714
Fríggjadag 4. september
RagnarRokk: Garty Meskil um Stone Cold Anger
212036
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532