Kristin Michelsen letur nevndarsess frá sær

Kristin Michelsen letur nevndarsess frá sær
Kristin Michelsen í Javnaðarflokkinum hevur biðið um at sleppa frá sum løgtingsgrannskoðari. Orsøkin er vánaligt ferðasamband.
 
04.03.2014 - 10:52

Løgtingið skal velja ein løgtingsgrannskoðara á tingfundinum klokkan 11.00 í dag.

Kristin Michelsen í Javnaðarflokkinum hevur biðið um at sleppa frá sum løgtingsgrannskoðari.

Sambært Degi og viku mánakvøldið vil Kristin Michelsen, sum býr á Tvøroyri, sleppa frá, tí fundirnir hjá løgtingsgrannskoðarunum eru, tá eingir aðrir fundir eru í løgtinginum, og vánaliga ferðasambandið við Suðuroynna ger tað tvørligt at fara á fundirnar hjá løgtingsgrannskoðarunum.

Løgtingsgrannskoðarnir fara gjøgnum árliga landskassaroknskapin og aðrar almennar roknskapir og ansa eftir, at allar inntøkur eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg. 
Løgtingsgrannskoðarnir leggja roknskapirnar við sínum viðmerkingum fyri løgtingið til samtyktar. 
Reimund Langgaard, Høgni Hoydal, Joen Magnus Rasmussen og Kristin Michelsen eru løgtingsgrannskoðarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558