- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismaður: Eingin verjupolitisk avtala gjørd um vikuskiftið

Føroyskir og danskir ráðharrar eru ymiskir á máli um, hvørt føroyingar og danir hava gjørt eina verjuavtalu um vikuskiftið. Frá danskari síður hevur verið sagt, at ein nýggj avtala er gjørd. Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sigur, at eingin slík avtala varð gjørd um vikuskiftið.
Danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, kom sunnudagin til Føroya, og hevur m.a. havt fund við Bárð á Steig Nielsen, sum er landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Nú hevur ivi stungið seg upp, um teir báðir hava gjørt eina avtalu um verju ella ikki. Sunnudagin tosaði Jeppe Bruus við danska TV2, og eftir orðaljóðinum var eingin ivi um, at ein avtala var gjørd.
- Vi har aftalt at styrke det i forvejen gode og tætte samarbejde mellem Danmark og Færøerne.
Bárður á Steig Nielsen greiðir eitt sindur øðrvísi frá.
- Vit hava havt ein fund sunnumorgunin, har vit fóru gjøgnum tey tingini, sum longu eru í gongd. Tað eru nakrar venjingar fyri framman, ein er Arctic Endurance, og ein onnur er Arctic Sentry, sum eru undir felags Nato-leiðslu, har vit í Føroyum hava sagt, at vit fegin vilja luttaka í tann mun, at tað er nakað, sum skal henda í Føroyum.
Atfinningar hava verið móti landsstýrismanninum um ov lítla kunning til Løgtingsins Uttanlandsnevnd. Jenis av Rana, tingmaður og limur í Uttanlandsnevndini, segði soleiðis við Kringvarpið í gjár.
- Um vikuskiftið frættu limirnir í Uttanlandsnevndini, at samráðingar vóru millum danska verjumálaráðharran og føroyska uttanríkisráðharran, og tað varð nevnt um avtalur, sum vóru gjørdar og so víðari.
Avtala nevnd fleiri ferðir frá danskari síðu
Umframt tað, sum Jeppe Bruus segði við TV2, so eru aðrar danskar keldur, sum geva ta fatan, at Jeppe Bruus og Bárður á Steig Nielsen hava gjørt eina avtalu.
Í tíðindaskrivi frá danska verjumálaráðnum sunnudagin verður sagt, at "Danmark og Færøerne er nu blevet enige om, at Forsvaret foretager en gradvis og periodevis øget tilstedeværelse i og omkring Færøerne i samarbejde med færøske myndigheder."
Ritzau er 2. august endurgivið fyri at siga, at "Danmark skal i fremtiden have en større militær tilstedeværelse på Færøerne.
Det har den danske forsvarsminister, Jeppe Bruus (S), aftalt søndag med sin færøske pendant, Bárður á Steig Nielsen, der er landsstyremand for udenrigs- og fiskeanliggender."
Og Jeppe Bruus sjálvur hevur skrivað á Facebook í gjár, at "Danmark og Færøerne skal styrke forsvarssamarbejdet
Det er min færøske ministerkollega, Bárdur á Steig Nielsen, og jeg i dag blevet enige om på et møde i Tórshavn."
Hoyr innslag úr útvarpstíðindunum her:

























