Hondbóltur: U18 kvinnur til European Open

Hondbóltur: U18 kvinnur til European Open
Føroyska U18 landsliðið skal spæla ímóti Rumenia, Noreg, Íslandi og Eysturríki
 
07.03.2014 - 13:16

Føroyska U18 kvinnulandsliðið í hondbólti skal í døgunum 30. juni til 4. juli luttaka í European Open í Gøteborg í Svøríki.

Føroyska liðið er komi í bólk saman við Rumenia, Noreg, Íslandi og Eysturríki. Fyrireikingarnar eru farnar í gongd og ein bruttohópur verður tikin út í næstum.


European Open
European Open er ein kapping, sum á hvørjum ári verður spæld síðuleypandi við Partille Cup.

Annaðhvørt ár er kappingin fyri U19 manslandslið og annaðhvørt ár fyri U18 kvinnulandslið.

Hetta er sama kapping, sum U19 manslandsliðið luttók í í fjør við sera góðum úrslitum.


Partur av størri ætlan
Tað verður danin Flemming Oliver Jensen, sum kemur at standa á odda fyri liðnum, sum skal mannast við leikarum, sum eru føddir í 1996 ella seinni.

Tað eru partvís somu leikarar, sum í vetur hava verið við til G17 úrvalsvenjingarnar. Samstundis eru nakrir leikarar í hesum aldursbólkum í Danmark.

Ætlanin hjá HSF er, at Føroyar á hvørjum ári skulu luttaka í European Open, sum er ein sera dygdargóð og mennandi kapping, sigur Hondbóltssambandið. 

Hondbóltssambandið leggur afturat, at hetta er enn ein liður í ætlanunum hjá HSF at byggja upp eitt væl skipað og støðugt landsliðs- og úrvalsarbeiði fyri føroyskan hondbólt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558