20 ára gamal kanska loyst gátuna um horvið flogfar

20 ára gamal kanska loyst gátuna um horvið flogfar
Horvna flogfarið hjá Malaysia Airlines kann vera dottið niður í Indiska havið, heldur 20 ára gamal lesandi. Serfrøðingar í flogtrygd stuðla honum
Andrew Aude, verkfrøðilesandi í USA, heldur, at MH370-flogfarið hjá Malaysia Airlines, ið hvarv seinasta fríggjadag, kann vera dottið niður í Indiska havið, har eingin enn hevur leitað eftir flogfarinum
Mynd: AP  
 
14.03.2014 - 09:42

Nógvir spurningar eru settir og nógv ivamál hava stungið seg upp, síðan eitt flogfar hjá Malaysia Airlines hvarv sum døgg fyri sólini seinasta fríggjadag.

MH370-flogfarið hjá Malaysia Airlines, ið var á veg úr Kuala Lumpur til Beijing, hevur, síðan tað hvarv, verið ein gáta fyri myndugleikarnar, ið hava leitað eftir flogfarinum.

Nú er ein 20 ára gamal lesandi í USA komin við einum boði uppá, hvat er hent við Boeing 777-flogfarinum, ið myndugleikarnir eisini halda, kann vera sannlíkt.

Teori: Riva í skrokkinum tømdi luftina úr flogfarinum

Andrew Aude, ið lesur til verkfrøðing, hevur, sum so mong onnur, undrast á, hvat er hent flogfarinum, síðan tað hvarv seinasta fríggjadag.

SÍ EISINI Flogfar horvið: Eingi tekin um lív

Hansara teori er, at flogfarið hevði rivur í skrokkinum. Tað fekk flogfarið at tømast fyri luft, ið síðan gjørdi at fólkini umborð á flogfarinum spakuliga fullu í óvit.

Um teoriin hjá 20 ára gamla Andrew Aude er sonn, kundi Malaysia Airlines-flogfarið ótarnað flúgva í fleiri tímar á autopilotinum, til brennievnið í tangunum varð uppi.

Flogfarið langt av kós

Hetta kann somuleiðis vera frágreiðingin uppá, hví eingi tekin eru at hóma eftir flogfarinum, hóast leitað hevur verið eftir tí eina viku, uttan at úrslit er spurst burturúr.

Andrew Aude heldur, at flogfarið fleyg í samfullar fýra tímar á autopilotinum. Tískil kann flogfarið vera dottið niður nógva aðrastaðni, enn har leitað hevur verið í eina viku.

Sambært útrokningunum hjá Andrew Aude, er ikki ósannlíkt, at MH370 hjá Malaysia Airlines datt niður í Indiska havið, sum myndugleikarnir í USA eisini stuðla honum í.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112