Nólsoyingar vilja verja náttúruna

Nólsoyingar vilja verja náttúruna
Yvir 50 fólk á borgarafundi í Nólsoy at kjakast um nýggja umhvørvisætlan
 
03.04.2014 - 16:00

Ætlanin um at gera eina sokallaða Ramsar ætlan fyri Nólsoy varð løgd fram á borgarafundi fyrr í vikuni. Høvuðssjónarmiðið í ætlanini er, at alt verandi virksemi, so sum veiða, nýtsla og siðir skulu halda fram óbroyttir, so leingi tað ikki gongur út yvir náttúruna, serliga drunnhvítan. Eisini verður dentur lagdur á, at tiltøk, sum skulu setast í verk fyri at verja náttúruna, í størstan mun skulu fremjast í semju millum myndugleikar og bygdarfólk, og at allir partar skulu vera tiknir við í arbeiðið eins og øll sjónarmið skulu verða hoyrd, upplýsir Umhvørvisstovan.

Dúgligt orðaskifti var um ætlanina, og fleiri góð sjónarmið og uppskot komu fram. Fleiri hildu tó, at kunningin til bygdarfólkið ikki hevði verið nóg góð áðrenn fundin, og kendu seg tí ótrygg um Ramsar ætlanin fer at seta forðingar fyri siðvenju og virksemi hjá bygdarfólkinum.

Øll vóru samd um, at bátar, sum sigla við nógvari ferð tætt fram við landi um summarið, eru ein stórur trupulleiki fyri lundan. Ein annar trupulleiki er, tá nógv fólk ganga óskipað í haganum meðan heiðafuglurin reiðrast, so styggir tað fuglin. Ein triði spurningur, sum varð umrøddur, var hvussu forðast kann fyri, at rotta kemur í oynna. Øll hesi sjónarmið verða tikin við í arbeiðið at gera eina Ramsar ætlan fyri Nólsoy.

Áðrenn ætlanin er liðug, skal hon leggjast fyri nýggjan borgarafund seinni í ár. Endamálið við Ramsar sáttmálanum er at tryggja eina skynsama gagnnýtslu av náttúruni, men eisini, um neyðugt, at seta tiltøk í verk fyri at verja náttúruna. Í Ramsar høpi verður serligur dentur lagdur á at verja vatn- og sjófugl.

Drunnhvítastovnurin í Nólsoy er eitt náttúruvirði í heimsflokki, tí talan er um ikki minni enn heimsins størsta drunnhvítabøli. Náttúrugripasavnið, sum hevur gjørt teljingar av drunnhvíta í Nólsoy, hevur mett, at umleið 50 túsund pør av drunnhvíta eiga í Nólsoy. Harumframt eru umleið 30 túsund pør av lunda, sum eisini er ein týdningarmikil partur av heimsstovninum í Nólsoy, upplýsir Umhvørvisstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035