Val í Ungarn: Ein flokkur helvtina av atkvøðunum

Val í Ungarn: Ein flokkur helvtina av atkvøðunum
Høgraflokkurin, Fidesz í Ungarn, sum hevur stjórnarvaldið, fekk næstan helvtina av atkvøðunum á tjóðartingsvalinum í gjár
 
07.04.2014 - 14:06

48 prosent av veljarunum vilja hava Viktor Orbans, forsætisráðharra at vera sitandi.

Mið-vinstrasamgongan fekk 27 prosent av atkvøðunum, og høgravendi tjóðskaparflokkurin, Jobbik, fekk 18 prosent.
Viktor Orban var sera væl nøgdur eftir valið, og sigur seg hava vunnið stórsigur.

Forsætisráðharrin broytti valskipanina í farna valskeiði, og undirtøkan sum flokkurin fekk, ger, at hann hevur tveir triðingar av sessunum í tjóðartinginum, og kann tí stjórna einsamallur.
Meðan hann hevur verið forsætisráðharri, hevur Viktor Orban gjørt stórar broytingar, m.a. við dómstólunum og tjóðbankanum, og hevur samtykt lógir, so hann kann halda í oyruni á miðlunum.

Tey sum finnast at Orban, siga, at hann hevur sett fólk í starv, sum bara gera sum hann vil.
Og Es hevur funnist at honum fyri at samtykkja lógir sum ikki eru demokratiskar.
Men tað er eydnast Viktor Orban at fáa búskapin á beint, og at steðga príshækkingum á orku, og tí var væntandi, at hann fór at fáa stóra undirtøku á valinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358