Rán í Havn

Rán í Havn
Løgdu á fólk, sum var á veg í bankan við pengum
Her við BankNordik í Húsagøtu varð ránið framt í gjárkvøldið
 
22.04.2014 - 12:57

Í gjárkvøldið um hálvgum tólv tíðina fekk politiið fráboðan um eit rán viði BankNordik í Húsagøtu í Havn.

Eitt starvsfólk í SMS var á veg í bankan við kassainnihaldinum, tá tveir persónar, sum vóru í masku, løgdu á hana.

Tey komu til hendurs, men starvsfólkið fekk vart so mikið fyri seg, at maskeraðu persónarnir bara fingu ein part av pengunum við sær. Eftur hettar rýmdu persónarnir móti Tinghúsvegnum.

Kári Hentze, sum er dagligur leiðari fyri matstovunum í SMS, sigur, at peningurin var í trimum mappum. Ránsmenninir fingu barat eina mappu og í henni var minst av peningi.

Roknskapurin er enn ikki gjørdur, men í gjár vóru helst okkurt um 10.000 krónur, sum skuldu í bankan.

Kári Hentze, sigur, at tey hava fastar mannagongdir, tá peningur skal berast í bankan. Tey eru altíð tvey, sum fara við pengunum, oftast eitt starvsfólk og eitt vaktarfólk. Men av tí, at talan var um ikki so stóra upphædd í gjárkvøldið, er starvsfólkið helst, fyri at bera skjótt at, farið einsamalt yvir í bankan.

 

Í sambandi við ránið, sóknast løgreglan eftir einum svørtum BankNordik pengalumma, sum kann vera tveittur burtur.

Maskurnar, sum vórðu brúktar, høvdu "deydninga høvd", sigur politiið. Maskurnar eru ikki funnar.

Málið verður nú kannað, og vil løgreglan fegin hoyra frá fólki, sum kunnu hava sæð og ella hoyrt eitthvørt í samband við ránið í gjárkvøldið. 

Politiið hevur telefonnummar 351448

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926