IRF hevði 3,5 mill. kr. í avlopi í fjør

IRF hevði 3,5 mill. kr. í avlopi í fjør
Samstundis hækka gjøldini
 
25.04.2014 - 13:13

IRF hevði 3,5 mio. kr í avlopi í 2013.

Bruttoúrslitið gjørdist 45,74 mió. kr, sum er 1,28 mió. kr minni enn í 2012.

Rakstrarúrslitið gjørdist yvirskot á 3,48 mió. kr, sum er 670.000 kr minni enn í 2012, men 2,14 mió. kr. hægri enn mett frammanundan.

Inntøkurnar vóru 730.000 kr. lægri enn í 2012, meðan útreiðslurnar vóru 150.000 kr. hægri.

Samlaðu íløgurnar í 2013 vóru 7,93 mió. kr.

Av hesum vóru 5,89 mió. kr. gjørdar í nýtt spilloljuverk, móttøkuhøll til serliga dálkandi burturkast og í Brennistøðina.

Íløgur fyri 140.000 kr. vórðu gjørdar í ymiska útgerð.

1,14 mió. kr. í ruskpláss og bingjur, og 760.000 kr. í endurnýtsluskipanina.

Samlaða lánsskuldin var 3,08 mió. kr. lægri enn í 2012, meðan rentuútreiðslurnar vóru 70.000 kr. lægri.

Fíggjarstøðan javnvigar við 135,08 mió. kr í 2013, í mun til 132,81 mió. kr í 2012.

Aðalfundurin samtykti eisini at hækka limagjaldið fyri 2015 við 10 kr. fyri hvønn íbúgva.

Ruskgjaldið hækkar úr 1.090 til 1.095 kr fyri hvønn íbúgva, og rottangagjaldið hækkar úr 185 til 190 kr fyri hvønn íbúgva um árið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290