Havrannsóknarskipið helst aftur útsett

Havrannsóknarskipið helst aftur útsett
Samgongan í Vinnunevndini mælir til, at nýggjar tekningar og nýggj verkætlan verða gjørdar
Í løtuni bendir alt á, at Magnus Heinason verður álitið hjá Havstovuni eina tíð afturat
 
06.05.2014 - 11:31

Nú bendir alt á, at bíðitíðin eftir nýggjum havrannsóknarskipi verður longd eina ferð afturat. Tí meirilutin í Vinnunevndini mælir til, at nýggjar tekningar og nýggj verkætlan verða gjørdar.

Tríggir starvsmenn á Havstovuni hava gjørt vart við, at teir eiga upphavsrættin til tekningarnar og verkætlanina, sum Fiskimálaráðið fekk fyri góðum trimum árum síðani. Tekningarnar og kravspesifikasjónirnar liggja við lógaruppskotinum hjá Fiskimálaráðnum um at langtíðarleiga havrannsóknarskip frá privatum felagi, sum skal byggja skipið. 

Sakførarin uppí

Sakførarin hjá teimum trimum Havstovumonnunum hevur gjørt politiska myndugleikan varugan við, at løgtingið kann ikki við lóg taka ræðisrættin ella ognarrættin frá teimum, sum eiga upphavsrættin.  Meirilutin sigur, at landið hevur higartil brúkt átta milliónir krónur til at gera kravspesifikasjónir, tekningar og detailprojekt til nýtt havrannsóknarskip. Hetta arbeiðið er gjørt gjøgnum Havstovuna.  

Men fyri at sleppa undan møguligum sakarmáli um upphavsrætt, mælir meirilutin nú landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til at biðja um nýggja tekning og byggja annað skip enn tað, sum er í lógaruppskotinum. Landsstýrismaðurin hevur annars longu biðið Vinnunevndina broyta lógaruppskotið fyri at sleppa undan upphavsrættinum. 

Havstovan ikki nevnd

Hann mælti til seta í uppskotið, at havrannsóknarskipið skal byggjast samsvarandi krøvum hjá Havstovuni. Men meirilutin í Vinnunevndini orðar broytingina øðrvísi, so Havstovan als ikki er nevnd. Broytingaruppskotið hjá samgongumonnunum í Vinnunevndini er, at havrannsóknarskipið skal byggjast samsvarandi teimum krøvum, sum skipið skal brúkast til. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659