Skjótt verður søkt eftir triðja kommunulæknanum

Skjótt verður søkt eftir triðja kommunulæknanum
Í næsta mánað verður søkt eftir kommunulækna til nýggju viðtaluna í Vágum
Ein kommunulæknaviðtala kemur aftrat í Vágum.
 
14.08.2026 - 09:10


Í næsta mánað verður søkt eftir kommunulækna til nýggju viðtaluna í Vágum.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen,landsstýriskvinna, í svari til Jóhannis Joensen,løgtingsmann. 

Hetta er fyrsti grein 52a spurningur í hesi tingsetuni.

Síðani eru komnir átta aftrat.

Høli til læknaviðtaluna eru funnin í Vága kommunu.

Hetta verður triðja læknaviðtalan í Vágum.

 

Kvinna

Jóhannis Joensen spurdi eisini, um kvinna verður sett sum kommunulækni. 

Hann sigur, at nú eru tveir menn kommunulæknar í Vágum.

Fólk vilja eisini hava møguleikan at velja kvinnuligan kommunulækna, sigur hann.

Landsstýriskvinnan svarar, at tann umsøkjarin, sum er best skikkaður, fær starvið í Vágum. 

Munur kann ikki gerast á kyni í tí sambandi, sigur hon.

Men í heilsuøki 3, sum Vágar eru í, eru fleiri kommunur og tvær viðtalur, tann við Norðskála og tann í Kollafirði, hava kvinnuligan  kommunulækna.

Fólk á Vágum kunnu brúka tær, sigur landsstýriskvinnan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329