Nevningarnir taka nú støðu

Nevningarnir taka nú støðu
Teir skulu svara 11 spurningum, og um ein revsingin fyri ógvusligan harðskap skal hækkast
 
08.05.2014 - 13:07

Skal 18 ára gamli maðurin úr Hvannasundi dømast fyri drápsroynd, ella skal hann dømast fyri ógvusligan harðskap?

Tað sita teir 12 nevningarnir nú og tosa um - votera - sum tað eitur á fakmáli. Tá rætturin varð settur klokkan gott níggju í morgun, tók dómarin, ella rættarformaðurin saman um málið. Hann hevði viðmerkingar til gongdina út frá teimum prógvum, sum eru løgd fram, og teimum frágreiðingum, sum eru givnar í rættinum.

Og hann legði nevningunum eina við, at teir bert kunnu byggja sína avgerð á tað, sum teir hava hoyrt í rættinum, og ikki aðrastaðni. Og avgerðina um skuldarspurningin eiga nevningarnir.

Ja ella nei

Nevningarnir skulu svara 11 spurningum.

Í sjey av teimum skal bara svarast ja ella nei. Men tá talan er um ógvusligasta partin - tað, sum hendi í teimum báðum húsunum í Norðdepli sunnumorgunin 14. juli í fjør, eru eisini undirspurningar.

Tað er í teimum spurninginum, tey skulu svara, um maðurin er sekur í drápsroynd ella ikki. Og er hann ikki tað, so er spurningurin, um talan ístaðin var um ógvusligan harðskap.Tað hevur stóran týdning fyri tann ákærda, um hann verður funnin sekur í drápsroynd, ella í ógvusligum harðskapi, tí stórur munur er á revsingini.

Tí vil rættarformaðurin eisini hava nevningarnar at taka støðu til, um talan er um so ógvusligan harðskap, at revsingin skal hækkast. Eftir greinini um ógvusligan harðskap, er revsingin upp í seks ára fongsul. Men rættarformaðurin vil hava nevningarnar at taka støðu til, um revsingin kann hækka við helvtini, ella upp í níggju ára fongsul.

Rættarformaðurin hjálpir

Rættarformaðurin boðaði nevningunum frá, at um tey eru í iva, kann hann vera teimum til hjálpar. Annars er tað formaðurin fyri nevningarnar, sum stílar fyri tí, sum nú fer fram. Og hann skal atkvøða seinast.

Minst átta av teimum 12 nevningunum skulu vera samdir. Teir skulu ikki grundgeva fyri svarinum. Tá liðugt er, skal avgerðin undirskrivast av formanninum og tveimum vitnum, sum formaðurin velur. Avgerðin hjá nevningunum er loynilig og einki má sigast nøkrum um tað, fingu nevningarnir at vita.

Tá nevningarnir hava avgjørt skuldarspurningin, verður revsingin ásett. Tað ger dómarin ella rættarformaðurin saman við nevningunum, og tá hevur hann líka stórt vald sum nevningarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025