25 mió hava sæð avgustin á youtube

25 mió hava sæð avgustin á youtube
Myndirnar av avgustinum, sum brestur, eru nú sæddar meira enn 25 milliónir ferðir á youtube
 
13.05.2014 - 08:22

Myndirnar av avgustinum, sum í november í fjør brast, tá hann varð drigin upp á land við Áir, fóru um allan heim, og framvegis er brotið av brestandi hvalinum sera vælumtókt.

Nú er brotið spælt meira enn 25 milliónir ferðir á youtube, sambært eini uppteljing hjá Bjarka Thomsen, sum tók myndirnar. 

Fleiri avgustar strandaði í Sundalagnum í november í fjør, og tá tann seinasti av teimum varð drigin upp á land við Áir, brast hann, og myndirnar ferðaðust skjótt á netinum.

Nú eru myndirnar sæddar meira enn 25 milliónir ferðir á youtube, skrivar Bjarki Thomsen, sum eigur myndirnar, á sínum facebook-vanga. 

Sí upprunaliga innslagið um avgustin, sum varð sent í Degi&viku: Hvalurin brestir við Áir

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244