Óvist hvør helt knívinum

Óvist hvør helt knívinum
Tað ber ikki til at siga við vissu, hvør helt knívinum, tá ein 61 ára gamal maður varð stungin til deyðis í Marknalíð í Havn í november 2013
Óvist er, hvør helt knívinum, tá ein maður í Marknalíð 3 í Havn doyði í november 2013, kom fram í Føroya rætti í dag
Mynd: KvF/Savnsmynd  
 
21.05.2014 - 19:40

Serfrøðingurin hjá Rættarmedisinska stovninum í Danmark hevði onga greiða niðurstøðu í Føroya rætti, annan dagin í rættarmálinum.

- Bara í Sherloch Holmes søgunum ber til at siga, um tað var vinstra ella høgra hond, sum varð brúkt til at stinga við. Í veruleikanum er hetta ofta vónleyst at meta um.

Tað segði serfrøðingurin frá Rættarmedisinska Stovninum í Danmark, sum var vitni í nevningatinginum í Føroya Rætti í dag.

Óvist hvat veruliga fór fram í Marknalíð

Tað var serfrøðingurin, sum kannaði deyða mannin í Marknalíð í november mánað 2013 og síðani skrivaði eina frágreiðing um kanningarnar.

Hansara frágreiðing gav onga sólarklára mynd av, hvat var farið fram hetta kvøldið í Marknalíð, tá tveir menn komu til ilnar og annar teirra - ein 61 ára gamal maður - doyði av knívstungum.

Serfrøðingurin frá Rættarmedisinska Stovninum sigur, at tann 61 ára gamli varð stungin tvær ferðir í bringuna í vinstru síðu.

Deyði maðurin tvey sár í bringuni

Annað sárið hjá manninum, ið doyði, var 7 sentimetrar djúpt og hitt einar tríggjar sentimetrar. Hann kom ikki við nakrari greiðari niðurstøðu um, hvør av monnunum førdi knívin.

Hann metti tað vera ósannlíkt, at tann 61 ára gamli skuldi vera dottin niður á knívin - so hevði sárið verið djypri og tað er lítið sannlíkt, at man dettir tvær ferðir niður á ein knív.

Serfrøðingurin helt tað heldur ikki vera sannlíkt, at tann 61 ára gamli kundi hava stungið seg sjálvan í bringuna við høgru hond, tí sárini gingu frá vinstru móti høgru.

Spurningur ósvaraður um hvør stakk

Um menninir hava staðið beint yvir av hvørjum øðrum, so er mest sannlíkt, at tað er høgra hond hjá tí ákærda, sum førdi knívin. Men hetta ber ikki til at siga við vissu.

Hinvegin vísti hann á, at ongi tekin vóru um, at tann 61 ára gamli hevði roynt at vart seg sjálvan móti einum knívsálopi. Sárini bendu á, at tann sum stakk, ikki hevði brúkt serliga nógva megi.

Tí um so var, so høvdu sárini verið nógv djúpari - kanska einar 20 sentimetrar - og ikki ávikavist tríggjar og sjey sentimetrar.

Fleiri ósvaraðir spurningar

Tað stendur rættiliga opið, hvat tað var, sum hendi hetta novemberkvøldið í íbúðini hjá tí deyða í Marknalíð í Havn, tí ongi vitni vóru til hendingina.

Tann 69 ára gamli maðurin, sum situr á ákærubonkinum, er ákærdur fyri dráp, í øðrum lagi fyri harðskap við deyðanum sum fylgju.

Maðurin er eisini ákærdur fyri ólógliga at hava komið sær inn í íbúðina hjá tí 61 ára gamla og fyri at rýma av staðnum, hóast maðurin var í lívsvanda.

Vóru ósamdir um húsaleigu

Ákærdi maðurin, ið hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan 21. november 2013, noktar seg sekan í øllum ákærunum, ið eru førdar fram móti honum.

Hann sigur, at teir komu til ilnar, tí hin ikki hevði goldið sær húsaleigna í fleiri mánaðir, at tað var hin sum tók knívin fram og hann noktar at hava stungið tann 61 ára gamla.

SÍ EISINI Nevningating byrjað: Ákærdi noktar seg sekan

Nú er tað upp til teir 12 nevningarnar at avgera, um ákærdi maðurin er sekur ella ikki. Avhoyringarnar eru lidnar og fríggjadagin verður prosedura, har ákæri og verji føra fram síni sjónarmið í málinum.

Mánadagin seta nevningarnir seg saman og gera eina niðurstøðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juli
Morgunlestur mánadagur 1. juli 2024
176805
Sunnudag 30. juni
EM tíðindi - 30. juni 2024
177458
Sunnudag 30. juni
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
177451
Leygardag 29. juni
Morgunlestur leygardagur 29. juni 2024
177131