Føroyar í hálvfinaluni í Challenge Trophy

Føroyar í hálvfinaluni í Challenge Trophy
Við stórsigri á Írlandi hava Føroyar tryggjað pláss í hálvfinaluni
Mynd: Leivur Frederiksen  
 
22.05.2014 - 19:30

Aftur í dag bleiv tað til føroyskan stórsigur í Challenge Trophy kappingini í Andorra.

Føroyar vunnu 40-13 á Írlandi. Hálvleiksstøðan var 18-8.

Føroyski sigurin kundi verið nakað størri, um leikararnir vóru neyvari í álopsspælinum. 

Í morgin er síðsti dysturin í bólkaspælinum. Dysturin er ímóti Andorra, sum eisini hevur vunnið sínar fyrstu dystir.

Føroysku leikararnir vænta ein munandi javnari dyst móti vertstjóðini.

 

Føroyar - Írland 40 -13 (18-8)

Kjartan Johansen, 6

Helgi Hoydal, 5

Áki Egilsnes, 5

Rói Berg Hansen, 5

Jónas G. Djurhuus, 4

Djóni V. Højgaard, 4

Pætur Thomsen, 4

Allan Norðberg, 4

Hilmar Leon Jakobsen, 3

 

Mynd: Tá dysturin var liðugur blivu føroysku og írsku leikararnir avmyndaðir saman

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375