Obama á vitjan í Evropa

Obama á vitjan í Evropa
Amerikanski forsetin fer at vissa eysturevropesku londini um, at Nato verjir tey
 
03.06.2014 - 15:34

Amerikanski forsetin, Barack Obama, er komin til Evropa á vitjan, og hesa vikuna skal hann vitja Pólland, Brússe, Paris og í Normandíið.

Í Pólllandi hittir Obama leiðarar í mið- og eysturevropeisku londunum, m.a.nýggja forsetan í Ukraina, Petro Porosjenko. Á ferðini fer amerikanski forsetin at vissa eysturevropeisku NATO-londini um, at NATO fer at verja tey. Fleiri av smáu londunum kæra sína neyð, tí Russland gerst alsamt meira víðgongt.

Ein, sum hevur funnist at amerikanska forsetan, er fyrrverandi polski forsetin, Lech Walesa, sum ikki heldur, at USA hevur verið sína uppgávu vaksið.

Fræls val í 25 ár

Í morgin verður Barack Obama við at hátíðarhalda, at tað eru 25 ár liðin síðani fyrstu fræslu valini vórðu hildin í Pólllandi 4. juni í 1989.Fríggjadagin verður Barack Obama í Normandínum, tí tá eru 70 ár liðin síðani, at sameindu deildirnar fóru á land har.

Russiski forsetin verður eisini við til tað hátíðarhaldið, men Vladimir Putin og Barack Obama fara ikki at tosa saman, sigur ein talsmaður fyri Hvítu húsini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Leygardag 23. mai
Upp á tá - 220526
208739
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604