Danir fegnast um sildaavtaluna

Danir fegnast um sildaavtaluna
Útboðið á marknaðinum verður nú størri, og tað heldur prísvøkstrinum aftur, sigur stjórin í Sæby Fiskeindustri
 
17.06.2014 - 08:57

Meðan danska, norska og skotska fiskivinnan finnast at avtaluni, sum Føroyar hava gjørt við ES, fegnast danski fiskaídnaðurin um, at handilsforðingarnar eru settar úr gildi.

Stjórin í Sæby Fiskeindustri, Henrik Mikkelsen, sigur við danska blaðið Nordjyske, at útboðið á marknaðinum verður nú størri, og tað heldur prísvøkstrinum aftur.

Hann sigur við blaðið, at tey hava ikki keypt stórvegis av sild og makreli úr Føroyum, men økta útboðið á marknaðinum verður ein fyrimunur. 

Tað sama sigur stjórin í Danish Seafood Association, Poul Meldgaard Jensen. Hann vísir á, at áhaldandi stríðið um uppsjóvarfiskin hevur havt við sær, at MSC-góðkenningin var sett úr gildi, og tað hevur helst havt avleiðingar fyri samlaðu søluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815