Kringvarpshúsini skulu byggjast út

Kringvarpshúsini skulu byggjast út
Arbeiðið verður nú boðið út
 
17.06.2014 - 08:15

Landsverk bjóðar nú út í almenna lisitatión arbeiðstøkuna í sambandi við um- og útbygging av Kringvarpshúsinum í Sortudíki. 

Verkætlanin verður boðin út í høvuðsarbeiðstøku og fevnir um 450 fermetrar av umbygging í verandi bygningum, og umleið 550 fermetrar av ný- og útbygging.

Í høvuðsheitum fevnir byggingin um umbygging, har verandi rúm verða lagað til nútíðar tørvin, meðan nýbyggingin fevnir m.a. um útbygging av inngongd og høll, nýggjari móttøku, nýggjum umsitingarbygningi og nýggjum framleiðslubygningi.

Lisitatión verður 14. juli á skrivstovuni hjá Landsverki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815