Klaksvíkingar byggja nýggjan 4-sporaðan skúla

Klaksvíkingar byggja nýggjan 4-sporaðan skúla
Skatturin hækkar eitt hálvt prosent, sum burturav fer til skúlabyggingina
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at býráðsmeirilutin í Klaksvík raðfestir skúlan fremst
 
19.06.2014 - 12:59

Klaksvíkar Kommuna fer nú undir at byggja ein 4-sporaðan og væl útgjørdan skúla, sum skal lúka øll nútímans krøv. Samstundis hækkar skatturin eitt hálvt prosent, sum burturav fer til skúlabyggingina.

Arbeiðsbólkurin, sum býráðið setti at gera tilmæli um bygging av nýggjum skúla í Klaksvík, er liðugur við fyrsta part av sínum arbeiði, og málið verður nú lagt fyri avvarðandi nevndir og býráðið til støðutakan.

1. byggistig 100 mió. kr.

- Vit fara at fáa ein framúr góðan skúla við skúlastovum, sum vera 60 fermetrar, við stórari matarhøll, og har hølir til Serskúlan eisini verða bygd sum partur av 1. byggistigi, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Hann sigur, at býráðsmeirilutin hevur sett sær fyri, at skúlin skal raðfestast fremst í kommununi, og tí er stór orka løgd í at fyrireika byggingina.  

Fyrsta byggistig, sum fer í gongd í næstum, verður mett at kosta umleið 100 mió. kr., og verður liðugt í 2018. Hetta byggistigið fevnir um Heimaøki, 1.-9. flokk, serskúla, felagshøll við tænastu­depli og matarhøll, og útiøki/skúlagarð v.m.

Leggja dent á serskúla

- Eitt øki, sum Klaksvíkar kommuna seinastu árini hevur lagt orku í at menna, eru tilboðini og tænasturnar til tey, sum hava serligar avbjóðingar.  Ein týðandi partur av hesum er Serskúlin, ið vit  vilja raðfesta sum ein inkluderaðan part av skúlanum í Klaksvík, og tí hava vit tey hølini við í fyrsta byggistigi, sigur Jógvan Skorheim.

Skúlagarðurin og økini kring skúlan eru ikki nøktandi, og tí er ætlanin at fara undir part av skúlagarðinum longu í ár, sigur borgarstjórin.  Fyri at karmarnir ikki skulu verða ov treingir, hevur Klaksvíkar kommuna avgjørt at  byggja skúla við fýra sporum.

- Vit vilja gjalda skuld niður, og tí hækkar kommunuskatturin eitt hálvt prosent, sum burturav fer til skúlabyggingina. Á tann hátt ber til bæði at gjalda nýggja skúlan og gjalda skuld niður, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. desember
Morgunlestur mánadagur 8.desember 2025
200252
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139