- Tíðindi, mentan og ítróttur
Listin steðgar fyribils
Listin steðgar fyribils
Kinna Poulsen og Inger Smærup Sørensen, sum seinastu fýra árini hava blogga um list, vilja umhugsa blogguna, men venda møguliga aftur

20.06.2014 - 13:57
2337 innlegg og ein hálv millión vitjandi bleiv tað til, tey fýra árini listabloggan hevur verið til. Men nú er seinasta innleggið skrivað fyri hesu ferð, tí Kinna Poulsen og Inger Smærup Sørensen, fara at brúka summarferiuna til at umhugsa listablogguna, tað skriva tær á blogguni, Listin.
"Endurnýggjan hevur stóran týdning fyri okkum og aftan á fýra ár halda vit, at vit hava havt kvinnuvikur og listaverkfall, talleys ummæli, prik til politikarar, herðindi av forargilsi um heildarstøðið á mentanarlívinum, hugtikin útbrot um listina og yvirhøvur alt, mann kann ímynda sær - vit hava bara ikki havt nakra teinkipausu", skrivar tær. Tær eru spentar um, hvat umráðingartíðin fer at hava við sær, og sig, at tær møguliga onkursvegna venda aftur.
Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen hava skriva innlegg um list, so at siga hvønn dag í fýra ár. "Tað hevur verið stuttligt og avbjóðandi at skriva til blogguna", skriva tær, og tær halda, at bloggan hevur havt ein týdningarmiklan leiklut í mentanarlívinum og kjakinum um list í Føroyum
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV





















