Oyggjaleikirnir í Føroyum 2019 avlýstir

Oyggjaleikirnir í Føroyum 2019 avlýstir
Føroyar eru rætt og slætt ikki til reiðar, og tí kunnu vit ikki átaka okkum leikirnar í 2019, sigur ÍSF-forsetin í samrøðu við Útvarpið í kvøld
 
28.06.2014 - 17:09

Nógv hevur verið tosað um, at Føroyar skuldu verða vertir fyri Oyggjaleikunum í 2019. Men hetta prátið er nú liðugt, tí á ársfundinum hjá Oyggjaleikanevndini í Jersey í dag boðaði Petur Elias Petersen ÍSF-forseti frá, at vit kunnu kortini ikki átaka okkum leikirnar. 

 

-Vit hava ikki tær neyðugu 12 ítróttargreinarnar uppá pláss og tí kunnu vit ikki skipa fyri leikunum í 2019 sum ætlað. Vit hava hildið og vónað, at alt kom uppá pláss, men so varð ikki, segði Petur Elias Petersen í samrøðu við Brynhild Thomsen í Útvarpinum í kvøld.

 

Hann vísir á, at tiltakið er vorið so mikið stórt, at Oyggjaleikirnir í Jersey næsta ár verða størsta ítróttartiltak í Evropa í 2015. Tí ber tað ikki til at bjóða seg fram og bara vóna, at alt verður liðugt. Hann heldur, at politikararnir hava arbeitt seinni enn væntað at fáa tær neyðugu umstøðurnar til allar ítróttargreinarnar. 

 

-Tað ber ikki til bara at vóna og halda. Alt skal vera liðugt áðrenn vit aftur bjóða okkum fram at hava Oyggjaleikirnar, sigur Petur Elias Petersen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114