Nú sleppa serfrøðingar at kanna flogfarið

Nú sleppa serfrøðingar at kanna flogfarið
Vanlukkuserfrøðingar hava nú fingið loyvi at koma framat staðnum, har flogfarið hjá Malaysia Airlines við 298 ferðafólki umborð datt niður 17. juli
Vanlukkuserfrøðingar sleppa nú at kanna vrakið av MH17-flogfarinum hjá Malaysia Airlines, ið varð skotið niður 17. juli
Mynd: AP  
 
01.08.2014 - 11:32

<p>Forsætisráharrin í Australia, Tony Abbot, sigur í morgun við fjølmiðlar, at vanlukkuserfrøðingarnir hava funnið fleiri lík. Frammanundan høvdu australsku og niðurlendsku myndugleikarnir, sum standa fyri kanningi av flogvanlukkuni, ikki fingið útflýggjað øll líkini, 80 manglaðu.</p>

<p>Nú eru nøkur av teimum funnin og tað verður hildið fram við at leita í einum øki uppá 50 ferkilometur. 28 fólk úr Australia vóru við&nbsp;flogfarinum og 156 úr Niðurlondum.</p>

<p>Tað hevur verið trupult at gjørt kanningararbeiði, tí russisk sinnaði loysingarfólk hava forðað atgongd til staðið. ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, hevur áður eggjað stríðandi pørtunum at binda frið, so kanningarnar kunnu byrja.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290