Fjallløn eigur at vera skattafrí

Fjallløn eigur at vera skattafrí
Bóndafelagið og Óðalsfelagið fegnast um broytingina, tí skattaspurningurin órógvar nógvir limir í feløgunum
Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum, fegnast um broytingina í skattalógini
 
05.08.2014 - 11:27

Seyður, sum verður givin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt, eiga ikki at vera skattskyldug inntøka hjá tí, sum fær seyðin.

Tað er seyðurin nú sambært skattalógini. Men í veruleikanum verða fjalllomb og røktingarlomb ikki skattað. Og tann siðvenjan skal nú staðfestast í skattalógini. 

Í fyrsta umfari hevði tað givið almennu kassunum fleiri pengar, um fjalllomb og røktingarlomb verða skattað sum lógin sigur.

Men tá talan er um nógvar smáar upphæddir, hevði ein týðandi partur av inntøkuni farið til umsiting og eftirlit. Samstundis hevði hendan serliga seyðahaldsmentanin í Føroyum verið órógvað, heldur Fíggjarmálaráðið.

Lógin broytast

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, biður løgtingið broyta skattalógina, so eingin ivi verður um, at fjalllomb og røktingarlomb ikki skulu skattast.

Lombini, ella, sum tað stendur í lógaruppskotinum: seyður, sum verður givin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt, gerast nummar 30 í listanum í skattalógini við inntøkum, sum ikki eru skattskyldugar.

Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag eru hoyrd um lógarbroytingina. Feløgini eru fegin um broytingina, tí skattaspurningurin órógvar nógvar limir í feløgunum.

Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum, sigur, at vanligt er, at eitt nú grannar ganga á fjall fyri hvønn annan, tað er lata ein arbeiðsdag fyri ein arbeiðsdag, og tá verða hvørki lamb ella ær givin í samsýning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655