Nú skal nýtt Team Rynkeby-lið mannast

Nú skal nýtt Team Rynkeby-lið mannast
Eitt nýtt súkklulið, ið skal umboða Føroyar í Team Rynkeby hópinum, skal nú setast. Liðið skal mannast við royndum og óroyndum súkklarum
Eitt nýtt Team Rynkeby Føroyar súkklulið skal nú mannast. Á liðnum í ár - ið á myndini er ávegis til París - vóru 35 súkklarar umframt 10 hjálparfólk
Mynd: Bjarni Jakobsen

05.08.2014 - 07:57

Team Rynkeby Føroyar skal nú manna nýtt súkklulið, ið skal savna inn pening til krabbameinsrakt børn og familjur teirra á sumri 2015. Í ár vóru 35 súkklarar og 10 hjálparfólk á liðnum.

Áhugað kunnu søkja um at sleppa á føroyska liðið hjá Team Rynkeby fram til 20. august 2014, tá umsóknarfreistin er úti, á heimasíðuni hjá team-rynkeby.fo

Kostnaðurin, at verða við í súkkluhópinum, er umleið 25.000 krónur. Harumframt skulu súkklararnir eisini savna inn pening hjá fíggjarligum stuðlum.

Síðan 2001 hava súkklarar á liðum hjá Team Rynkeby savnað inn pening til krabbameinsrakt børn og familjur teirra. Í 2013 savnaði Team Rynkeby 23 milliónir krónur inn til endamálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439