Samráðast við Turkaland um handilssáttmála

Samráðast við Turkaland um handilssáttmála
Føroysku samráðingarfólkini siga, at tað bendir á, at turkar eru fúsir at gera handilssáttmála við Føroyar
Gunnar Holm Jacobsen, leiðari á Uttanríkistænastuni, stendur á odda fyri samráðingunum við Turkaland um handilssáttmála
 
09.09.2014 - 10:57

Fýra embætisfólk í Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni og Fíggjarmálarráðnum sita í løtuni við samráðingarborðið í Turkalandi, har tingast verður við turkisku stjórnina um ein handilssáttmála. 

Hetta er onnur ferðin, at føroyingar samráðast við turkisku myndugleikarnir um handilssáttmála. 

Samskifti hevur verið við Turkaland í mong ár, og fyrsta samráðingarumfar um ein sáttmála var í Ankara í februar 2000. 

Raðfesta Turkaland høgt

Løgmansskrivstovan boðar frá, at seinastu árini hava handilsviðurskiftini við onnur lond, teirra millum Turkaland, fingið høga raðfesting í Uttanríkistænastuni, og tilgongdin at fáa í lag ein handilssáttmála við Turkalandi er komin longst.

Samráðingartoymið hevur ikki stundir at gera samrøðu við útvarpið, men sigur í telduposti, at samskiftið, ið hevur verið við turkisku myndugleikarnir higartil, bendir á, at turkiska stjórnin er fús at gera ein sáttmála við Føroyar, um partarnir semjast um treytirnar. 

-  Tað fara tingingarnar í dag og í morgin helst at vísa, sigur samráðingartoymið.

Ætlanin er, at handilssáttmálin við Turkaland skal fjøltátta marknaðarmøguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum og bøta um møguleikarnar at gera búskapin størri. Fýra fólk í Uttanríkistænastuni og Fíggjarmálaráðnum manna samráðingartoymið í Turkalandi. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655