Makrelurin spøkir í hagtølunum fyri lønir og hýrur

Makrelurin spøkir í hagtølunum fyri lønir og hýrur
Seinkaðar hýrur og stórur lønarvøkstur er í byggivinnuni higartil í ár
Byggivinna hevur rindað 60 milliónir krónur meira í lønum í ár enn í fjør
 
10.09.2014 - 07:33

Nú semja er um makrelin varð minni goldið í hýrum í august enn undanfarin ár.

Vanliga eru hýrurnar tíggju prosent av øllum lønum í august, men í ár vóru tær bara átta prosent.

Hagstovan upplýsir, at hesi seinastu árini hevur uppsjóvarfiskiveiðan verið óreglulig. 

Í fjør var ósemja um fiskirættindini, og tí bleiv nógvur uppsjóvarfiskur fiskaður í august. Men nú er semja, og tí verður nógvur makrelur fiskaður seinni í ár.    

Handverkarar meiri løn 

Bæði í juni og í juli vórðu goldnar 630 milliónir krónur í lønum í Føroyum, men í august vóru lønirnar tíggju milliónir minni.

Til 1.september fingu løntakarar í Føroyum fýra milliardir og 884 milliónir krónur í løn, - tað eru 210 milliónir, - svarandi til 4,5 prosent, meira enn í fjør. 

Størsti vøksturin er í byggivinnuni, 11 prosent, og í fiskivinnuni er vøksturin 5,2 prosent, upplýsir Hagstovan.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672